Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Landsliðsleikarar tóku nýggja vøllin í nýtslu

20. juni 2018

Seinnapartin ónsdagin 21. juni 2018 var hátíðarløta á Eiðinum, har nýggi graslíkiavøllurin varð alment tikin í nýtslu.

Dennis Holm, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Síðani flutti Eydis Kjærbo, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentunarnevndini fram røðu.

Eftir tað spældu landsliðsleikararnir Salmundur Bech (U21), Búi Egilsson (U21) og Alexander Holm Kilgour (U15) bóltin til fyrrverandi landsliðsleikaran Páll Augustinussen, sum skeyt fyrsta málið á nýggja graslíkisvøllinum á Eiðinum.

Eftir hetta varð skipað fyri brotssparkskapping millum U11 dreingir og U11 gentur hjá FC Suðuroy, áðrenn kaffi og kakur varð bjóðað í VB-húsinum.

 

Last modified: 21. juni 2018