Vágs Býráð samtykti á býráðsfundi mánakvøldið 15. apríl einmælt at lækka prísin á grundstykkjum í Fjallinum úr 100.000 kr. niður í 50.000 kr.
Hetta átak er ein liður í arbeiðinum hjá Vágs Býráð at fáa fólk at flyta aftur til kommununa.
Livikostnaðurin í Føroyum er høgur og lækkingin í grundstykkjaprísinum er ætlað sum eitt átak hjá kommununi at gera tað so ódýrt sum til ber hjá ungum familjum at seta búgv, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Last modified: 17. april 2013