Kvøldskúlin sýnir fram handaliga tilvirkaðar lutir t.d. veving – garving – glaslist – málningalist, og handarbeiðið. Framsýning kvøldskúlans verður í skúlahøllini í Vágs Skúla sunnudagin 2. apríl kl. 14.00.
Skráin:
Kl. 14.00 Hølini lata upp.
Kl. 14.15 Ljómur framførur nakrar sangir.
Kl. 14.30 Skúlastjórin John Henrik Holm hugleiðir.
Kl. 14.40 Kvøldskúlanæmingar spæla á harmoniku.
Kl. 14.50 Framsýningin opin, kaffi og køkur eru til keyps fyri 20,- kr.
Kl. 17.00 Framsýningin liðug.
(klokkutíðirnar eru vegleiðandi.)
Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja.
Last modified: 28. marts 2017