Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Kvøldskúlaframsýning 2014

13. april 2014

Karin H Brattaberg 2014

Karin H. Brattaberg hugleiddi í smb. við Kvøldskúlaframsýning í Vágs skúla tann 6. Apríl 2014.

(leinkja til myndasøvn er niðast)

Tað er mær ein heiður at bera Vágs kvøldskúla/Vágskommunu fram hesa hugleiðing, nú tey handaligu avrikini, hendan veturin, eru fingin av skafti og savnað her í Vágs skúla. Ikki minst, er at frøast um kór og kórleiðslu undir Martin Seier´sa hond. Eg sigi Sølva Andreasen, kvøldskúlaleiðara takk fyri orðið.

Ja, nú segði eg at eg takkaði fyri orðið og tað krevur so eisini, at nakað av kjøtið verður á tí, sum verður sagt. Verður man mettur at verða millum mentað fólk, so sum her í Vági, so ber til at lata hugan renna , so at okkurt verður sitandi eftir í hugaheiminum bæði hjá kvinnum og monnum. Tí beint her, sum vit standa eru handverk, sum av kvinnum og monnum eru okkum serliga dýrabær.

Eg skal koma aftur til hesi handverkini og teirra týdning fyri okkum sum tjóð, um eina løtu.

Nógv vatn er runnið í ánna, síðani eg var við her fyri fyrstu ferð, – heili 36 ár.

Tað hevur verið misjavnt, hvussu øll hesi árini hava verið í produktiviteti. Ta fyrstu tíðina og fram til seinast í 80unum var sera stórur aktivitetur, og tá var arbeiði í bygdini til allar hendur. Sum eitt skot broyttist alt og mestsum legðist í dvala.

Kvøldskúlaarbeiðið helt ikki uppat, men tað tódnaði til nakrar heilt fáar lærugreinar.

Í ár eru 10 lærugreinar: Smíð, ítriv, seyming, brodering, fimleikur, svimjing, heimaskiparaskeið, skaftaveving , kórsangur og so seinasti spírin á greinini, glaslist.

Eftir hesum at døma eru nógvar hendur, ið hava sett sær setning fyri í oktobur í fjør og gjørt sítt ítasta og hava vunnið á mál í dag . Framsýningin er snotulig, og tað má hon eisini verða, hon skal verða gularótin , sum ger, at hugurin til komandi heyst økist og frítíðin hjá fólki verður prioriterað.

Tað hevði verið stuttligt at sæð eina seriu av fimleiki eisini í dag og tað er eisini spell, at heimaskipararnir ikki eru við, vit vita, at tey arbeiða við at fáa tað seinasta uppá pláss.

Glaslistin hevur sera stóra undirtøku, og tað er at fegnast um og gleðin hevur verið stór, meðan tit hava skorið glasið, lagt litirnar sum tit vilja og so bíða ótolin, meðan brent verður,men, – úrslitið tað síggja vit er hugtakandi , og tillukku við tí.

Kórsangurin er hann, ið alla tíðina hevur verið, hvønn einasta vetur, men eisini um várið, summarið og heystið. Kórsangurin er av tí slagi , at tað er her og nú, meðan sungið verður, at løtan er, aftaná sæst onki farvegis eftir, tað er bara løtan og bert hon, ið fangar. Tann løtan kann verða so sterk, at áhoyrarin ongantíð gloymir hana, men, goymir hana alt sítt lív. Tað er brúk fyri hesum kórinum, men, tað eru nógvir faktorar, ið spæla inn har. Manning, kórleiðari, – og – hartil er tað tíðin – tímarnir, sum tróta, tí, tað er eyðsæð, at drúgt og tolsamt arbeiði liggur aftanfyri . Vónandi verður betri við tøkum tímum til heystar.

Smíið er fangandi, tað er eitt handverk, sum sær út til at verða “alround”, má undrast á, at so nógv ymist kann gerast á kvøldskeiði.

Ìtrivið er eisini “alround”, undrist eisini á tann stóra ymiskleikan, sum gerast kann har.

Brodering og seyming er dygdargott arbeiði og væl veri tykkum fyri, at til fjálga um tjóðbúnan.

Mítt egna øki øll hesi árini hevur verið skaftavevingin og fleiri aðrir tættir, sum allir hoyra til tekstilverðina.

Vágs býráð keypti hesar vevarnar, nýggjar, 1985. Áðrenn tað, hevði verið vovið her í Vági frá á heysti í 67, tað var á rammuvevum.

Tá vóru ongir skaftavevar her í oynni. Tó, tað er ikki rætt, tí í Hvalba vóvu Petur og konan toy til føroysk skjúrt.

Vevarnir, sum Vágs kommuna keypti, vórðu settir upp í kjallaranum á Læknamiðstøðini, og har eru teir enn. Har vesturi eru sera góðar umstøður, og eg vil her nevna okkara “elskaðu” vaskikonu, sum kemur á gátt. Tó, tað hevði verið ynskligt, at fólk vistu betri, hvar veviskúlin helt til í bygdini.

Hvat er tað so, sum næmingarnir fáa lært? Tað hevur alla tíðina verið lagt dentur á, at her í Føroyum eiga vit rávøruna. Burturúr hesi rávøru læra vit so at skapa dygdargóðar vørur. Hesar vørur lati eg hvønn einstakan sjálvan gera sær tankar um, hvussu man best kann fáa tað úrslit, sum ynskt er um. Og her er sjón fyri søgn, øll gólvteppini eru úr føroyskum tilfari og tey smæast ikki burtur.

Eitt annað er og tað eru skjúrt , turriklæð og fyriklæð til tann føroyska búnan. Og her er tað, at tann serliga ábyrgdarkenslan kemur inn í myndina.

Her hava vit við tjóðbúnar okkara at gera og tí er tað umráðandi at rættleiða og vegleiða, soleiðis at, tá ið liðugt er, er alt gjørt eftir teimum gomlu grundprinsippum og mátum, sum gamalt var.

Búnarnir eru sniðgivnir fyri øldum siðani, og skulu ikki sniðgevast umaftur, tað er at fara ov langt.

Nú vit eru inniá tjóðbúnanum, so er tað rundanum hann eg fari at dvølja eina løtu. Eg fari at samanbera tjóðbúnan við tann føroyska bátin, sum eins og tjóðbúnin er tillagaður okkara viðurskifti í øldir og so hevur fingið sítt egnað skap og snið.

Vit her í Føroyum eru rík, tá ið vit hugsa um, at vit eiga (bert fyri at nevna ) tann føroyska bátin. Tann føroyski báturin líkist burturúr øllum øðrum bátum, hann hevur tillagað seg okkara viðurskifti á sjónum. Og lukkutíð varð hann teknaður upp, niður í smæstu lutir, og soleiðis varðveittur sum ein av okkara stoltleikum. Mikkjal á Ryggi sigur um 8mannafarið í 3. Ørindi:

Hans reisingar runda so stoltar at sjá frá kjøli mót stýri og stavni,
hann leikti so lættur, tá havsbylgjan blá hann lyfti á skúmandi favni.

Nú kunnu vit so spyrja, hvat hevur hetta við tann føroyska tjóðbúnan at gera? Jú, tjóðbúnin og báturin er tað føroyska skjaldramerki. Tjóðbúnin er sprottin úr okkara gerandisklæðum .

Hvussu er so statt við tjóðbúnanum?

Jú, tjóðbúnin er eisini nágreiniliga lýstur niður í smálutir, bæði hjá monnum og kvinnum. Ongin ivi er um, hvussu skjúrt, troyggja, turriklæð og fyriklæð skulu skapast.

Vit hava tann framíhjárætt, at vit ikki hava ein “uniform”, men, at vit í varligum smáum nuansum kunnu seta okkara fingramerki á her og har, so sum broderingina ,bindingina og spølirnar í skjúrtinum. Men, hvussu leingi verður tað varandi? Tað avgerða vit sjálvi, men, vit avgerða tað bara sjálvi, um vit kenna okkara ábyrgd. Um vit hámeta búnan , eins og tann nærlægdi bátasmiðurin hámetir sítt føroyska bátasmíð, so er búnanum lív lagað, og vit koma at kunna tilvirkað hann hvar sum helst her, runt í landinum. Tí tað er fáum øðrum londum unt, at eiga so nógvar og góðar virkandi hendur. Tað er helst óneyðugt hjá mær at koma nærri inná, hvat tað er, er sipi til, tá ið okkara tjóðbúni er í vanda. Og hví hetta ólag er komið í, at kvinnan, sum bæði hevur snollað sær hár og í allar mátar sær nøgd út í speglinum, fer avstað hálvílatin, tað er at undrast á.

Stoltleikin, nevniliga turriklæðið, sum varisliga verður lagt um herðarnar og sett saman í foldir framman, liggur eftir onkustaðni í onkrum skápi. Nei, fyrrenn brosjan er sett í turriklæðið framman í bringuni, er kvinnan ikki ílatin føroyska búnan.

Hvussu hevði verið, um menninir ein vakran dag sagaðu tað ovasta av stavnunum á bátinum? Stavnarnir eru stoltleikin á bátinum og turriklæðið stoltleikin í búnanum . Tað kemur eisini fyri, at tað føroyska skjúrtið er lærstutt. Tað man verða óhugsandi, at nakar fær seg til at t.d. kuta av longdini á okkara flaggi, Merkinum, so tað verður fýrakantað. Men, hvar er munurin?

Ber tað ikki til hjá okkum kvinnum, at sláa okkum til tols við fyrivarni at seta vakrar litir saman í búnanum ? Menninir, ið eiga bátarnar, leggja ein lit sum rond runt um stokk ella borð, tá ið teir mála bátin. Teir gera ikki inntriv í sjálvt bátasniðið.

Eg segði, hvussu longi fara vit at hava búnarnar á egnum hondum? Í Noregi t.d. er langt síðani, at alt sum eitur Bunadseyming , varð latið út til husflidskvinnurnar. Tvs. At tú als ikki fært keypt tøj, ella mynstur til búnan nakrastaðni, bara tí, at fólkið ikki dugdi at ansa teimum dýrgripum, sum vórðu litnir teimum uppí hendur.

Og samstundis mistu kvinnurnar førleikan at tilvirka pløggini. Kann tað hugsast, at tað fer at henda her? Livst so spyrst. Kanska skuldi tann føroyski búnin fingið ein “protektor”, tvs ein verja?

Hesi vóru orðini frá mær hesa ferð.

Men, lat meg eisini ynskja fyri kvøldskúlan og Vágs kommunu og siga at:

“Jú meira tit hugsa út um bøgarðarnar, jú meira fáa tit at grógva innanfyri teir” (Karin H. Brattaberg)

 

Við ynskjum um eitt gott vár, takki eg fyri, at tit lýddu á. Gott vár, og summar!

 

 

Karin H. Brattaberg

 

Fleiri myndir eru her og her á Facebook

Last modified: 20. oktober 2014