Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Kunnu nú skilja bleyt plastikk frá heima við hús

5. oktober 2020

Húsarhald í Vágs kommunu hava, eins og húsarhald kring landið, í nógv ár skilt pappír frá ruskinum heima við hús. Útvið 40 húsarhald í kommununi eru eisini við í royndarskipan, har matleivdir verða skildar frá vanliga húsarhaldsruskinum og gjørdar til sanktutøð/kompost í kommunalari skipan. -Og nú ber eisini til at skilja bleyt plastikk frá ruskinum heima við hús.

Bleyt plastik fevnir t.d. um frystiposar, posar sum wc-rullur eru í og so framvegis. Talan er um klárt plastikk ella plastikk við lítið av áprenti, sum kann skiljast frá og leggjast í ein posa fyri seg – og tá bundið er fyri tann posan (eins og víst er á myndini), kann posin við bleytum plastikki fara í hvíta posan, har pappír eisini fer í.

 

Last modified: 5. oktober 2020