Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Kunning til tykkum, sum hava tørv á barnaansing

27. november 2014

Børn

Í Vágs kommunu eru vit glað fyri at kunna bjóða familjum tvey dygdargóð støð at fáa ansað børnini í.

Vit hava ein vælvirkandi dagrøkt, sum er ætlað teimum smáu børnunum. Hugsanin er, at tey smáu børnini, upp til áleið 3 ára aldur í størstan mun vera ansaði í heimligum umhvørvi í dagrøktini. Somuleiðis hevur dagrøktin spælistovuna til at hava felagsátøk fyri børnini í. Dagrøktin fær nú betri møguleika at savna seg um ein aldursbólk, og harvið betri møguleika at leggja arbeið tilrættis so tað nøktar tørvin hjá júst teimum smáu.

Vit gleðast somuleiðis um nýgg ja dagstovnin Eikilund, sum hevur verið eitt áralangt ynski hjá familjum í kommununi. Í dagstovninum er rúm fyri áleið 90 børnum. Ein vøggustova er til tey smáu upp til 3 ár, 3 barnagarðsstovur, og ein stova til tey 6 ára gomlu, sum eru á veg í skúla. Við nýggja dagstóvninum hava vit eisini fingið munandi betri umstøður til børn við serligum avbjóðingum, nú vit hava fingið eina serstovu. Á henda hátt meta vit at kunna bjóða øllum børnum eitt gott og mennandi dagstóvnatilboð. Vit frøðast um góðu umstøðurnar bæði inni og úti, og um framstigini nýggi stovnurin er fyri okkum øll.

Viðvíkjandi teimum smæstu børnunum, hevur kommunan lagt dent á, at familjur kunnu velja millum dagrøkt og vøggustovu. Vøggustovan hevur tó avmarkað pláss í mun til dagrøktina, sum lættari fær skapt pláss til øll smábørnini , so vit ikki fáa bíðilistar.

 

Skrivið tykkum upp í góðari tíð

Fyri skilabest at fáa samskipa flytingina av børnum, tá ið tey vera uml 3 ár, frá dagrøkt til barnagarð, og fyri at barnafamiljur skulu hava størst møguleika at fáa júst tað ansingartilboð tey ynskja, fara vit at heita á familjur um at skriva børnini upp í góðari tíð. So skjótt familjur vita, at teimum fer at tørva ansing er umráðandi at skriva børnini upp. Á henda hátt er størst møguleiki fyri at fáa ynskini uppfylt, og harvið størst nøgdsemi fyri øll.

Leiðarinir í Eikilund og í dagrøktini eru altíð fúsir at svara familjum uppá spurningar, og vegleiða um ansingarpláss. Innskriving av børnum fer fram á heimasíðuni her.

 

Mentanarnevndin í Vágs kommunu

Last modified: 25. november 2014