Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Kunngerð um kommunuvalið í Vágs kommunu

20. oktober 2020

Atkvøðugreiðslan í Vágs kommunu á kommunuvalinum týsdagin 10. november 2020 verður í samkomuhøll skúlans.

Atkvøtt verður frá kl. 1000 til kl. 2000 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

 

Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Býráðsskrivstovuni til og við mánadagin 9. november 2020.

Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men má boðað verða frá til Býráðsskrivstovuna tlf. 663000 í seinasta lagið kl. 1200 henda dagin.

Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, íð standa á vallistanum.

Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Býráðsskrivstovuna sum skjótast

 

Valstýrið í Vági

 

Last modified: 20. oktober 2020