Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Krabbameinsfelagið – Foreldrabólkurin skipar fyri familjudegi í Ítróttarháskúlanum í Vági

17. maj 2021

Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar leygardagin tann 29. mai fyri familjudegi fyri familjum at børnum, sum hava ella hava havt krabbamein. Leiðin gongur til Vágs, har Ítróttarháskúlin fer at skipa dagin fyri okkum.

Her verður okkurt til øll, spøl, klintra, hoppa, uppliva og hugni. Dagurin verður sjálvsagt skipaður útfrá veðrinum tann dagin. Møguleiki er fyri at hava ymiskar avbjóðingar úti í náttúruni og á sjónum, umframt spennandi innandura aktivitetir.

Fari verður við Smyrli úr Tórshavn kl. 07.00 og heimaftur kl. 18.30 av Drelnesi.

Boða frá luttøku áðrenn hósdagin 27. mai á telefon 317959 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.

 

Um foreldrabólkin

Foreldrabólkurin er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum. Endamálið er at stuðla og ráðgeva foreldrum hvørs barn hevur ella hevur havt krabbamein og foreldrum, ið hava mist barn av krabbameini. 

Bólkurin leggur dent á hugna, nærveru og  at vera saman við øðrum, sum eiga eitt barn við krabbameini, ella hava mist eitt barn, og sum kenna til ta sorg og máttloysi, tað ber í sær.

Kelda: krabbamein.fo

Last modified: 17. maj 2021