Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Korona og endurnýtslan komandi tvær vikurnar

7. august 2020

Nú korona-smittan hevur tikið seg uppaftur í landinum verða eisini nakrar tillagingar gjørdar á kommunala endurnýtslu- og ruskplássinum.

Endurnýtslu-bingjan er opin, men komandi tvær vikurnar – fram til 24. august 2020 – verður ikki gjørligt at lata ting til endurnýtsluna. Tey, sum brúka endurnýtsluna, skulu spritta áðrenn tey fara inn – og tað er bert atgongd til 1 persón í senn.

Viðvíkjandi ruski og tilfari til endurnýtslu, so verður tikið ímóti sum vant. Í tann mun tað yvirhøvur ber til, verður heitt á fólk um at avgreiða egin viðurskifti, hetta fyri at verja starvsfólkið á endurnýtsluni.

Hetta er fyribils galdandi fram til 24. august 2020.

Last modified: 7. august 2020