Sum liður í fyribyrgjandi átøkunum ímóti Corona-smittuni hevur kommunuskrivstovan skerdar upplatingartíðir frá mánadegnum 16. mars og 14 dagar, tá kommunuskrivstovan er opin frá kl. 13 til kl. 15.
Heitt verður á tey, sum hava tørv á at koma í samband við Vágs kommunu, so vítt tað er gjørligt, at gera hetta umvegis telefon og teldupost-samskifti.
Telefonirnar og teldupostar verða svaraðir sum vant.
Last modified: 12. marts 2020