Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Kommunuskatturin lækkar, barnafrádrátturin hækkar og barnaansingargjøldini lækka

28. november 2016

Vagur-Vagseidid

Eitt samt Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 28. nov. 2016 at lækka skattaprosentið í Vágs kommunu niður í 21,95%. Kommunuskattaprosentið er sostatt lækkað úr 23,25% í 2013 niður í 21,95% í 2017.

Býráðið samtykti eisini at hækka barnafrádráttin í Vágs kommunu úr 4.000 kr. uppí 4.500 kr. Barnaansingargjøldini lækkað eisini við 100 kr. pr. barn um mánaðin, samstundis sum at ein familja nú í mesta lagi kann rinda 3.500 kr. í barnaansingargjaldi um mánaðin.

Býráðið fegnast um, at tað við einari samanrenning av lækking av kommunuskattinum, hækking av barnafrádráttinum, og lækking av barnaansingargjøldinum, ber til at lætta um fíggjarliga í gerandisdegnum hjá einum breiðum skara av borgarum í Vágs kommunu.

 

Høvuðstøl í fíggjarætlanini í 2017

Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru komandi fíggjarár metta at verða 57,9 mió. kr. Íroknað hesi upphædd er játtaninan frá Landinum til eldraøkið, sum í 2017 er 13,8 mió. kr., ella 0,4 mío. kr. lægri enn í 2016.

Persónsskattainntøkurnar eru í 2017 mettar at verða 40,7 mió. kr., sum er áleið tað sama, sum Vágs kommuna fekk í persónsskatti í 2015, tá skattaprosentið var 22,95%, ella 1% hægri enn tað verður í 2017, og barnafrádrátturin var tá 4.000 kr.

Raksturin av Vágs kommunu verður í 2017 mettur at kosta umleið 38,9 mió. kr., afturat hesum koma 14 mió. kr. til eldraøkið.

Vágs kommuna kemur í 2017 at gera íløgur fyri umleið 6,1 mió. kr. Millum íløgurnar er nýtt graslíki á fótbóltsvøllinum á Eiðinum, dagføring av Heilsumiðstøðini, dagføring av spæliplássunum í Eikilund og Dagrøktarhúsinum, liðugtgerð av spæliplássinum við Vágs Skúla, og liðugtgerð av vegagerðini í vestara parti av Geilini.

Vágs kommuna hevur eisini í 2017 sett pening av til framhald av spillvatnsætlanini hjá Vágs kommunu. Í 2017 verður eisini farið undir miðvísa ætlan at skifta gøtuljós í kommununi til LED-ljós, samstundis sum íløgujáttan er bæði til vatnveitingina og asfaltering.

Í 2017 fer Vágs kommuna væntandi rinda 2,3 mió. kr. í avdráttum og 0,5 mió. kr. í rentum av lániskuldini. Bókaða nettoskuldin hjá Vágs kommunu var 30. sept. 2016 31,6 mió. kr.

Last modified: 28. november 2016