Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommuna hava skipað samstarv um kvøldskúlan í teimum fýra kommununum.
Samstarvið hevur við sær, at kvøldskúlarnir í felag fara at bjóða út kvøldskúlatilboð fyri veturin 2014/2015.
Samstarvið er í fyrsta umfari skipað fyri kvøldskúlaárið 2014/2015, og verður á vári 2015 gjørt av, hvussu kvøldskúlarnir verða skipaðir eftir hetta royndarárið.
Kvøldskúlatilboð verða, eins og undanfarin ár, skipaði í teimum fýra kommununum, men borgarar úr øllum økinum kunnu søkja um luttøku á ymsu tilboðunum.
Í samband við samstarvið verður eisini felags faldari við tilboðum fyri kvøldskúlaárið 2014/2015 í hesari vikuni borin í hvørt hús í Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommunu. Faldarin er eisini teldutøkur á heimasíðunum hjá kommununum.
Faldarin er teldutøkur her
Í faldaranum eru kvøldskúlaskeiðini lýst, eins og greitt verður frá, hvar skeiðini verða skipaði og hvussu tilmelding fer fram.
Kvøldskúlaleiðarar, lærarar og starvsfólk á kvøldskúlunum í Vági, Sumba, Porkeri og í Hovi ynskja øllum vælkomnum á kvøldskúla veturin 2014/2015, við vón um, at tit fáa eitt spennandi, avbjóðandi og mennandi kvøldskúlaár.
Vágs, Sumbiar, Porkeris, og Hovs Kvøldskúli
Last modified: 20. oktober 2014