Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Kommununar í Suðuroynni nýggjan líkvogn

26. august 2019

Fyrst í vikuni kom nýggi líkvognurin, ið kommununar í oynni hava keypt í felag, til oynna. Gamli bilurin var vorðin heldur slitin og herfyri varð so gjørt av at keypa nýggjan bil.

Bilurin er av merkinum Volvo V90 og er sera snotiligur á at líta, í silvurgráum liti og hann hevur allar neyðugar hentleikar.
Vit tóku nakrar myndir av bilinum.

Last modified: 26. august 2019