Í tráð við tilmælini frá landsmyndugleikunum verða kommunalir stovnar í Vágs kommunu stongdir til eftir páskir, til og við 13. apríl.
Høvuðsorsøkin er sum kunnugt fyribyrgjan av smittu av corona-virus. Harumframt stongja kommunalir stovnar við áheitan um, at fólk halda seg heima í tann mun tað er gjørligt, tí hetta eisini fyribyrgir smittu av corona-virus.
Kommunalir stovnar og tænastur, sum verða stongdir eru:
- Dagrøktin Skálalund
- Dagstovnurin Eikilund, íroknað forskúla-bólkin í Vágs Skúla
- Frítíðarskúlin
- Ungdómshúsið
- Vágs Skúli
- Vágs Kvøldsskúli
- Musikkskúlin í Vági
- Skúlatannlækna-tænastan
Harumframt verða eisini stongd:
- Páls Høll
- Vágs Høll og VB-húsið
- Marghøllin
- Fjarlestrardepilin
- Miðlatún
Virksemi á dagstovnaøkinum skert
Dagstovnar eru bert opnir fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.
- Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðs aldri, sum lúka krøvini omanfyri.
- Børn í forskúlaaldri kunnu koma í forskúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri.
- Børn í frítíðarskúlaaldri, 1. og 2. flokkur, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri
- Frítíðartilboði til 3. floks børn, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðartilboð seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri
Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnatilboði, boða frá hjá dagstovnaleiðaranum, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk.
Dagstovnaleiðarin á hvørjum stovni skipar virksemi soleiðis, at hesi eru undir mest møguligari trygd og til minst møguligan ampa fyri børn og starvsfólk.
Leiðarar á dagstovnaøkinum eru:
Anna Maria E. Jacobsen, tlf. 239343
Irdi Bjarkhamar, tlf. 239341
Last modified: 24. marts 2020