Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Kommunalir stovnar í Vágs kommunu stongja komandi 14 dagarnir

12. marts 2020

Í tráð við tilmælini frá Løgmanni og landsstýrinum verða kommunalir stovnar í Vágs kommunu stongdir frá í dag av og 14 dagar fram (til og við fríggjadagin 27. Mars 2020). Høvuðsorsøkin er fyribyrgjan av smittu av corona-virus. Harumframt stongja kommunalir stovnar við áheitan um, at fólk halda seg heima í tann mun tað er gjørligt, tí hetta eisini fyribyrgir smittu av corona-virus.

Kommunalir stovnar og tænastur, sum verða stongdir eru:

  • Dagrøktin Skálalund
  • Dagstovnurin Eikilund, íroknað forskúla-bólkin í Vágs Skúla
  • Frítíðarskúlin
  • Ungdómshúsið
  • Vágs Skúli
  • Vágs Kvøldsskúli
  • Musikkskúlin í Vági
  • Skúlatannlækna-tænastan

Harumframt verða eisini stongd:

  • Páls Høll
  • Vágs Høll og VB-húsið
  • Marghøllin
  • Fjarlestrardepilin
  • Miðlatún

Høvuðsorsøkin til at kommunalir stovnar lata aftur er fyri á best gjørligan hátt at verja okkum øllum ímóti smittu av corona-virus. Ein liður í hesum er, at hvør einstakur tekur ábyrgd og ger sítt til at minka um smittuvandan, tí verður eisini mælt til, at fylgja tilmælunum um frástøðu frá fólki og at vaska / spritta hendur, og um at halda seg heima.

 

Last modified: 12. marts 2020