Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Klippið trø og runnar út móti vegi, gongubreyt og gøtu

27. april 2020

Heitt verður á fólk um at klippa trø og runnar, sum eru út ímóti vegi, gongubreyt, gøtu ella almennum øki, soleiðis at fólk kunnu ganga framvið uttan forðingar.

Trø og runnar skulu klippast soleiðis:

  • Ájavnt við mark út ímóti vegi, gongubreyt og gøtu.
  • Skelti og ferðsluljós skulu verða sjónlig og leys av trøum og runnum
  • Fríhæddin yvir gongubreytum og gøtum skal verða í minsta lagi 2,5 m.
  • Fríhæddin yvir vegi skal verða í minsta lagi 4,2 metrar

 

Last modified: 27. april 2020