Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Keypt gravimaskinu til Teknisku deild

14. februar 2014

2014-gravimaskina (3)

Vágs kommuna hevur nú keypt gravismaskinu til Teknisku deild hjá kommununi.

Tórður Poulsen, formaður í Teknisku nevnd, sigur, at tað longi hevur verið eitt ynski at fáa keypt eina gravimaskinu, soleiðis at tekniska deild hvat amboðum viðvíkur kann fáa eina dagføring. Og nú er so ein gravimaskina av slagnum Hitachi keypt til kommunua.

Tórður Poulsen sigur, at hetta fer at lætta um arbeiðið hjá arbeiðsmonnunum, og fer eisini at føra við sær, at kommunan er betri før fyri at taka ímóti fleiri av stóru avbjóðingunum, sum liggja fyri framman á tekniska økinum.

Last modified: 21. oktober 2014