Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Keyp smáttu í Vági til ferðavinnuna fram til 30. mai 2014

8. maj 2014

Vagsfjordur

Ónskvøldið 7. mai 2014 varð ætlanin við at byggja smáttur í Vági til ferðavinnuna løgd fram í Stóra Pakkhús, og sostatt varð hol sett á tilgongdina at fáa bygt ferðavinnu-smáttur í Vági.


Nú verður so farið undir næsta stig, har áhugaðir keyparar kunnu venda sær til Vágs kommunu, sum samskipar verkætlanina, og fáa útflýggja tilfar og annað.

Smátturnar verða sum kunnugt 42 m2 til støddar. Í smáttunum verður eitt alrúm við stovu og køk, tvey sovirúm, eitt baðirúm, durður, og so hemsur við fýra soviplássum. Eisini er gjørd loysn við smáttum til rørslutarnaði, hesar hava eitt sovirúm og eitt størri baðirúm. Smátturnar kosta góðar 390.000 kr.

Avgjørt er, at møguleiki verður fyri at ogna sær eina smáttu fram til og við 30. mai 2014. Ætlanin er at fara undir byggingina í fyrru helvt av juni 2014.

Áhugaðir keyparar kunnu vendar sær til Boga Mortensen, vinnu- og mentanarsamskipara hjá Vágs kommunu, á tlf. 733011 og email: bogi@vagur.fo.

 

Last modified: 20. oktober 2014