Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Kampingplássið í Vági liðugt

13. juni 2014

2014-Kampingplass-Vagur

Nú er nýggja kampingplássið í Vági liðugt og frá mánadegnum 16. juni 2014 er klárt hjá kampingvognum og fólki við tjaldi at brúka sera snøgga kampingplássið vesturi á Eiðinum í Vági.

Á kampingplássinum eru 12 pláss til kampingvognar, og við kampingplássið er tjaldingarøkið, sum er umleið 400 m2 til støddar.

Kampingplássið liggur í sera vøkrum umhvørvi við Vatnið í Vági. Stutt er til fótbóltsvøllin á Eiðinum og vøkru náttúruna vesturi á Vágseiði. Gøta er frá kampingplássinum oman til gøtuna kring Vatnið, og stutt er til gongu ella við bili heim í býin.

Á kampingplássinum eru allir hentleikar: el, vatn, atgongd til wc og brúsu, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu.

 

Liður í ferðavinnupolitikkinum hjá Vágs kommunu
Vágs kommuna fegnast um kampingplássið nú er liðugt og Vágur eisini á hesum økinum kann bjóða seg fram til føroyingar, sum ferðast í egnum landi, og til útlendingar, sum eru á vitjan.
Kampingplássið er ein liður í miðvísa arbeiðinum hjá Vágs kommunu at skipa best gjørligu umstøður til ferðavinnuna í Vági – og tað er okkara vón, at væl verður tikið ímóti nýggjasta kampingtilboðnum í Føroyum.

 

Skipan av kamping og tjalding
Kostnaðurin fyri hvønn kampingvogn er 150 kr. pr. dag. Íroknað gjaldinum er el, vatn, atgongd til brúsu og wc, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu.

Kostnaður fyri hvørt telt er 75 kr. pr. dag. Íroknað gjaldinum er atgongd til brúsu og wc, internet, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu.
Útleigan av kampingplássum verður skipað av Kunningarstovuna í Vági, email: info@vagur.fo og tlf. 733090.

 

Verið hjartaliga vælkomin til kampingplássið vesturi á Eiðinum í Vági at njóta summarið í vakrasta umhvørvi í landinum.

 

Last modified: 20. oktober 2014