Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Kampingøkið ikki parkeringsøkið

14. juni 2017

Hervið verður inniliga heitt á fólk, um ikki at parkera á kampingøkinum vesturi við Vágs Høll. Økið er gjørt til kampingbilar og tey, sum tjalda, og ikki til parkeringsøkið.

Tey, sum tjalda og gista í kampingbilum, gjalda fyri at verða á økinum, tískil er tað sera óheppið, at fólk brúka kampingøkið til parkeringpláss.

Víst verður til stóra parkeringøkið vestanfyri høllina.

 

Last modified: 14. juni 2017