Dansibandsdagurin í Vági nærkast. Skráin sum fevnir um dans, sang, góðan mat, hugna og gestablídni í Vági, verður almenn seinni í dag.
Dansibandsdagurin verður vesturi á Eiðinum í Vági. Á nýggja kampingplássinum í Vági eru sera góðir møguleikar hjá fólki við kampingvogni, so tað er bara at leggja leiðina til Vágs í vikuskiftinum.
Kampingpláss kunnu umbiðast á Kunningarstovuni í Vági á tlf. 733090 og telduposti info@vagur.fo
VÆLKOMIN TIL DANS, SANG, UNDIRHALD, GÓÐAN MAT, HUGNA OG GESTABLÍDNI Á DANSIBANDSDEGNUM Í VÁGI 12. JULI 2014.
Last modified: 20. oktober 2014