Kamping Vágseiði

Kamping í Vági og náttúruni kring Vág

Eiðisvegur 21, 900 Vágur, Føroyar

Kamping Vágseiði liggur í sera vøkrum umhvørvi við vatnið í Vági. Stutt er til fótbóltsvøllin á Eiðinum, VB-húsið, Vágs høll og vøkru náttúruna vesturi á Vágseiði. Gøta er frá kampingplássinum og oman til gøtuna kring vatnið, og stutt er til gongu ella við bili heim í býin.

Á kampingøkinum er pláss til 12 til kampingvognar. Við kampingøkið er eisini tjaldingarøkið, har tað er pláss fyri 40 tjaldum.

Á kampingøkinum eru allir hentleikar: el, vatn, atgongd til wc og brúsu, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu.

Allir heintleikar á Kamping Vágseiði taka atlit til fólk við rørslutarni.

Kostnaður

Kostnaður fyri hvønn kampingvogn er 200 kr. um dagin. Í prísinum er íroknað 2 fólk í vogninum.

Eru fleiri enn 2 fólk í vogninum, so rinda hesi 100 kr. um dagin.

Kostnaður fyri at gista í tjaldi er 100 kr. um dagin fyri hvønn persón.

Íroknað gjaldið er el, vatn, atgongd til brúsu og wc, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu (kostar 20 kr. fyri vaskimaskinu og 30 kr. fyri turkitrumlu).

Bílegg

Vitjandi kunnu lætt bíleggja pláss á Kamping Vágseiði umvegis heimasíðuna booklocal.fo. Tað ber eisini til at bíleggja pláss við at ringja ella skriva til Visit Suðuroy, Vágur.

Samband

Útleigan av kampingplássum verður skipað av Visit Suðuroy.

Bústaður: Vágsvegur 57

Telefon: 23 93 90

Teldupost: info@vagur.fo

Send fyrispurning