Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Kamping Vágseiðið vælvitjað

30. juli 2020

Kamping Vágseiðið hevur í summar verið sera væl vitjað. Kampingplássið hevur nógv vikuskifti verið fullsett, umframt at fólk eisini hava ligið í tjaldi. 

Í mun til undanfarin ár, so hava tað verið nakað færri fólk í tjaldi, og er hetta einamest orsaka av, at talið av útlendingum, sum hava vitjað Kamping Vágseiðið, hevur verið væl lægri enn t.d. í 2019.

Kampingvognarnir hava tó verið nakað fleiri í tali og er serliga talan um føroyingar í kampingvogni, tó nakrir útlendskir kampingvognar eisini hava vitjað í summar. 

Við tað at Kampingplássið er so væl vitjað, so er eisini neyðugt at bíleggja pláss fyri at tryggja sær atkomu, um vitajð verður í kampingvogni í Vági. Kampingpláss kunnu bíleggjast á Visit Suðuroy skrivstovuni í Vági tlf 239390 teldupostur info@vagur.fo. 

Last modified: 30. juli 2020