Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Kamping Vágseið nýggjar hentleikar

13. maj 2016

Kamping Vágseið tók í vikuskiftinum í nýtslu nýggjar hentleikar í Vágs Høll, sum eru gjørdir til kampingplássið.

Kamping Vágseið byrjaði virksemi á Eiðinum í Vági í 2014. Hesa fyrstu tíðina vóru hentleikar í síðubygninginum í Vágs Høll brúktir, sum m.a. ítróttarfeløgini eisini brúktu. Frá byrjan vóru ynski um at fáa nýggjar hentleikar, soleiðis at tað umframt wc og brúsu, eisini var atgongd til køk. Eisini hevur frá byrjan verið eitt ynski um atkomu fyri rørslutarnaði.

Í desember varð so farið undir at umbyggja síðubygningin í Vágs Høll. Og í vikuskiftinum vórðu nýggi hentleikarnir hjá Kamping Vágseið tiknir í nýtslu.

Talan er um sera snotilig hølir, við tveimum nýggjum wc’um við brúsi. Eitt av wc’unum og brúsunum er handikapp vinarligt. Nýggjur køkur er eisini, við øllum køks-hentleikum, og pláss er hjá 12 fólkum at sita til borðs.

Nýggju hentleikarnir vórðu tiknir í nýtslu farna vikuskiftið og lótu teir mongu kamping-gestirnar á Dansibandsfestivalinum sera væl at.

Útleigan av kampingplássum verður skipað av Visit Suðuroy skrivstovuni í Vági email: info@vagur.fo og tlf. 239390. Visit Suðuroy skrivstovan í Vági heldur til í Miðlatúni í miðbýnum í Vági.

Niðanfyri eru nakrar myndir av nýggju hentleikunum hjá Kamping Vágseið.

Last modified: 13. maj 2016