Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Jólatræið verður tendrað fríggjadagin

28. november 2016

Jólatræ Torkil Strøm

Jólatræið í Vági verður tendrað fríggjadagin 2. desember kl 18:00

Ásgerð Stenberg, flytir fram røðu. Ásgerð Stenberg hevur verið aktivur partur av jólahaldinum hjá Vágs kommunu í mong ár, bæði sum politikari, vinnurekandi og ikki minst mamma og omma.

Horrnorkestrið spælir og Frelsunarherurin luttekur við sangi og tónleiki, og jólaevangeliið verður lisið.

Haldið eyguni við Verndareinglum hjá Ferðslutrygd, sum eisini fara at syrja fyri at vit síggjast.

Jólamenn koma við pakkum til børnini

Aftaná eru øll vælkomin út í húsið hjá Frelsunarherinum til kakao og bollar, og eina hugnaliga løtu.

 

Last modified: 28. november 2016