Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Jólatræið tendrar sunnudagin

27. november 2013

Jólatræ Torkil Strøm

Jólatræið í Vági verður tendrað sunnudagin 1. Desember kl. 16:30.

Sirið Stenberg, forkvinna í mentanarnevndini hjá Vágs kommunu, flytur fram røðu.

Frelsunarherurin luttekur við sangi og tónleiki. Ben Eli Dam, leiðari hjá Frelsunarherinumí Vági lesur jólaevangeliið, og síðani koma jólamenn við pakkum til børnini.

Aftaná eru øll vælkomin út í húsið hjá Frelsunarherinum til kakao og bollar og eina hugnaliga løtu.

 

Myndina tók Torkil Strøm

Last modified: 27. november 2013