Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Jólatræið tendrað 2013

2. december 2013

Jólatræ Torkil Strøm

Sirið Stenberg, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Vágs Býráð, flutti fram hesa røðu, tá jólatræið varð tendrað.


Tey ljósini vit tendrað á jólatrænum í dag, og sum eisini skulu minna okkum á, at vit nú skjótt aftur ganga móti ljósari tíðum, tey ljósini kunnu vit eisini vera við til at tendra í lívinum hjá hvørjum øðrum.

Hetta er ein dagur vit øll ganga og glaða okkum til. Tað hugnaliga, vakra og fjálga, sum vit við góðum fólki hava megnað at gjørt til ein afturvendandi hátíðardag, tá ið jólatræið tendrar. Henda hátíðarløta, tá ið vit savnast um tað góða, og leggja alt annað til viks, og einans eru tilstaðar í nærveru eina løtu.

Arbeiðsmenninar hjá kommununi hava í dagavís arbeitt fyri at gera okkum øllum tað so hugnaligt. Saman við skótunum, brandfólkunum, Frelsunarherðinum og øllum, sum á einhvønn hátt hjálpa til, hava vit nú fingið eina fasta traditión har vit fyrst savnast um jólatræið, hoyra jólaevangeliið, taka móti jólanissum, sum kom við pakkum, fyri síðan at savnast til bollar og kakao saman í Frelsunarherðinum. Henda traditión er ímyndin av samstarvi og samanhaldi, og er við til at knýta okkum øll tættari saman óansæð hvussu ymisk vit annars eru.

Tá ið starvsfólk og felagsskapir samstarva um nakað positivt, sum kann savnað okkum øll, er tað við til at skapa trivnað í eini bygd, eini oyggj, og einum landi. So vit eru sera takksom fyri traditiónina, sum er okkara fyrast veruliga tekin um, at jólini nú nærkast í hvørjum.

Jólini eru ein hugnalig tíð. Hóast illveður og storm úti, so er at vóna, at vit øll innaní okkum kunnu merkja gleði og jólafriðin. Jólini snúgva seg um at minnas hví vit halda jól, og at hátíðarhalda tað gávu vit fingu, tá ið Jesusbarnið bleiv føtt. Tann gávan er eisini tað vit symbolisera, tá ið vit geva hvørjum øðrum gávur á jólum.

Ein stór gáva vit kunnu geva hvør øðrum er at minnast til, og vera góð við tey, sum eru einsamøll um jólini. Tey sum stúra, og tey, sum av einhvørji orsøk uppliva jólini sum eina trupla tíð. Kanska serliga sæð í ljósinum av at flest onnur hava tað so hugnaligt saman við sínum um jólini. Tey ljósini vit tendrað á jólatrænum í dag, sum eisini skulu minna okkum á, at vit nú skjótt aftur ganga móti ljósari tíðum, tey ljósini kunnu vit eisini vera við til at tendra í lívinum hjá hvørjum øðrum.

Á jólum eru vit øll børn aftur. Børnini njóta hátíðina, tey pynta, syngja, baka o.s.fr og gleða seg ómetaliga nógv. Vit vaksnu minnast okkara egnum barnajól og vilja geva okkara børnum, ommu og abbabørnum, langommu og langabbabørnumm, um vit eru so heppin, somu góðu jólaupplivingar. Tað er onki, sum kann gleða sum børnini, tí eru vit so ómetaliga takksom fyri at hava eitt barnakór, sum kann syngja fyri okkum, og seta sín serstaka dám á jólini. Tað er eisini tí vit vilja gleða børnini við hvør sínum pakka í dag. Børnini læra okkum at síggja við hjartanum, og at hoyra við hjartanum, tey læra okkum tey sonnu virðini í jólinum, og í sjálvum lívinum.

Fyri býráðið fari eg at ynskja øllum eini góð og hugnaliga jól og ynskja, at Jesus skal vælsignað hátíðina fyri okkum, og at vit øll kunnu steðga á og finna frið um jólini.

Gleðilig jól øll somul

 

Sirið Stenberg

Last modified: 2. december 2013