Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Jólatræið í Vági verður tendrað sunnudagin

23. november 2020

Sunnudagin 29. november klokkan 16 verður jólatræið í Vági tendrað.

Frelsunarherurin, Orðið á Borðið og gentukórið luttaka við sangi og jólaevangeliið verður lisið.

Dánjal Bjarkhamar, býráðslimur í Vágs býráð, heldur røðu.

Tvøroyrar hornorkestur spælir nøkur jólaløg og jólamenninir vitja við pakkum til børnini.

Orsakað av korona-tilmælunum verður hesaferð ongin drekkamunnur aftaná.

Jólasangirnir, ið verða sungnir sum felagssangir, verða ikki býttir út hesaferð orsaka av korona-tilmælunum, í staðin verður sangheftið talgilt á Suðurrás.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Last modified: 23. november 2020