Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Jólatræið í Vági verður tendrað sunnudagin 30. nov.

24. november 2014

Jólatræ Torkil Strøm

Jólatræið í Vági verður tendrað sunnudagin 30. nov. kl. 16.00.

Anna Brattaberg Samuelsen, limur í mentunarnevndini hjá Vágs Kommunu, flytur fram røðu.

Frelsunarherurin luttekur við sangi og tónleiki – og sjálvandi koma jólamenn eisini at vitja við onkrum góðum til børnini.

Aftaná eru øll vælkomin út í húsið hjá Frelsunarherinum til ein drekkamunn og eina hugnaliga løtu.

Last modified: 18. december 2014