Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Jólastovan í Miðlatúni hesa vikuna

10. december 2018

Jólastovan í Miðlatúni er opin hvønn dag hesa vikuna, millum kl. 16:00 – 18:00. Børn, ung og vaksin eru hjartaliga vælkomin á gólvið. Vit klippa jólapynt saman við Ketty, syngja jólasangir og lurta eftir jólasøgum.  

Týsdagin lesur Arnfinnur Thomassen eina jólasøgu.

Ónsdagin lesur Arnfinnur Bjarkhamar eina jólasøgu og Dagfinn Olsen spælir jólasangir.

Tórsdagin spælir Eyðfinn Debes jólasangir. 

 

Okkurt gott er at fáa afturvið.

Vit síggjast í Jólastovuni.

Last modified: 10. december 2018