Í dag, 10. des. kl. 16, letur Jólastovan hjá Kunningarstovuni upp í gamla posthúsinum.
Hetta er triðja árið á rað, at kunningarstovan í Vági hevur jólastovna opna fyri børnum og barnsligm sálum.
Tað eru aftur í ár Ingun og Mjabritt, sum saman við øðrum góðum fólki, standa fyri jólahugnanum .
Umframt jólaklipp, so verða onnur tiltøk eisini fyri børn. Onkran dagin hevur kunningarstovan fingið lokalar ommur og abbar at lesa søgur fyri vitjandi børnunum, og onkran annan dagin fer onnur lokal omma at syngja jólasangir við børnunum
Fram til jóla eru øll vælkmin inn á golvið við børnum, barnabørnum ella bara til eitt gott prát yvir ein kaffimunn.
Okur síggjast í Jólastovuni hjá Kunningarstovuni
Last modified: 10. december 2013