Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Jól í miðbýnum í Vági

12. december 2014

Jólapynt

Í miðbýnum í Vági letur upp jólastova. Jólahús eru sett upp. Og hetta fram til jóla verður okkurt forkunnugt á skránni, bæði í jólastovuni, sum í ár heldur til í SEV-húsinum, og í økinum frammanfyri SEV-húsið.

Jólastova
Í dag, 12. des., letur jólastovan hjá Kunningarstovuni upp í miðhæddini í gamla SEV-húsinum. Í jólastovuni kunnu børn og vaksin njóta eina hugnaliga løtu við at gera jólapynt og hoyra jólatónleik. Aftur í ár er tað Ingun Poulsen, ið saman við øðrum góðum fólkum, skipar fyri jólastovuni.

Onkrar av døgunum verður okkurt serligt á skránni og verður tá lýst við hesum.

Leygardagin 13. des. kl. 15-17 eru børn vælkomin at pynta jólatræið í jólastovuni.

Jólastovan letur upp kl. 16.30 í dag (12. des.), men verður annars opin kl. 15-17 hvønn dag fram til jóla.

 

Jólasmáttur
Uttan fyri jólastovuna standa tríggjar jólasmáttur, borð og benkur. Nakrar av døgunum fram til jóla lata smátturnar upp og jólabakstur og annað jólaligt verður at fáa. Hetta koma ítróttafeløg, skúlaflokkar og onnur at standa fyri.

Í dag 12. des er tað Susvim, ið hevur nógv gott at fáa í smáttunum (sí lýsing longur niðri á síðuni).

Í morgin 13. des. er tað 2.x á Miðnámsskúlanum, ið letur smátturnar upp við bollum, kakao, eplaskivum og øðrum góðum. 16.30 vitjar jólamaðurin eisini.

 

Kunningarstovan í Vági

Last modified: 12. december 2014