Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Johannudagur í Vági

20. august 2021

11. september verður Johannudagur í Vági. 137‑ára gamla sluppin, Johanna TG326, verður karmur um eitt maritimt vikuskifti, sum í stóran mun fyrigongur á keiøkinum í Vági leygardagain 11. september.

Á skránni verða tiltøk og undirhald fyri allar aldursbólkar. Kajakkir og annar aktivitetur verður á fjørðinum, og høvið verður at byrja leygardagin við havbaðing við Sjódypp. Tað verður grillað, felagssangur, bryggjudansur og ymiskt annað verður á skránni. Søguligu grindabátarnir verða eisini flotaðir, og eftir ætlan koma onnur skip á Vág og fer hetta at seta ein serligan dám á tiltakið.

Umframt aktivitetir á keiøkinum, verður ymiskt annað á skránni í Vági hetta vikuskifti. Vágs Kommuna hevur í forvegin nógv at bjóða, so hví ikki seta alt vikuskiftið av í Vági, nú høvi er til tess?

Endalig skrá kemur, tá vit nærkast døgunum.

Last modified: 30. august 2021