Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Jóansøkan 2014: Myndaframsýning við lokalum amatør fotografum

17. februar 2014

Vágur sólarris

Fyrireikingarnar av jóansøkuni í Vági eru komnar væl áleiðis og skráin til jóansøku vikuna tekur spakuliga skap. Millum tiltøkini verða ymiskar framsýningar, m.a. verður skipað fyri øðrvísi myndaframsýning.

Alsamt fleiri gera nógv burturúr at taka myndir og talið av amatør-fotografum veksur í hvørjum. Hendan øðrvísi myndaframsýningin á jóansøku 2014 er ætlað lokalum-amatør fotografum, sum á framsýningini fáa høvið at vísa fram eitt úrval av egnum myndum.

Alt eftir hvussu stórur áhugin er, verður ásett eitt avmarkað tal av myndum, sum verða vístar fram á framsýningini, men harumframt kunnu amatør-fotografar taka við myndir á teldu ella í album at vísa fram.

Heitt verður á lokalar amatørfotografar, sum hava áhugað í at verða partur av jóansøkuframsýningini 2014, um at venda sær til Kunningarstovuna í Vági á tlf. 733090 ella teldupost info@vagur.fo

Velja ársins amatør mynd
Í samband við framsýningina hjá lokalum amatør fotografum, verður eisini vald ársins mynd í 2014.

Freistin at melda seg til er úti 20. mai – enn eru pláss eftir

Last modified: 21. oktober 2014