Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Jóansøkubál á Tríkantinum sunnukvøldið

21. juni 2020

Eitt av afturvendandi tiltøkunum í Vági kring jóansøku er jóansøkubálið, sum verður hildið á Tríkantinum hvørt ár á longsta degi (21. juni).

Í ár flytur Rani Nolsøe Johannesen úr Vági fram røðu.

Á skránni er eisini felagssangur og Vágs kommuna bjóðar eisini kakao og bollar.

Jóansøkubál verður í Vági sunnudagin 21. juni við Tríkantin á Sandinum og byrjað verður kl. 21.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Last modified: 21. juni 2020