Fólk frá Suðuroyar Syðra Bjargingarfelag og Sløkkjuliðnum, hava verið á Vatninum og kannað um ísurin er tjúkkur nokk. Ísurin var úr 6 cm upp í 9 cm tjúkkur og tað er ikki trygt nokk og tí er tað ikki ráðiligt at skipa fyri nakrari kapping á Vatninum.
Fólk verða biðin um at verða ansin um tey fara út á ísin. Bjargingarfelagið hevur sett keylir og lagt endar við keylurnar, um illa vil til.
Í Norra eru reglar fyri nær man kann ganga á ísinum, har skal ísurin verða millum 13 og 18 cm tjúkkur.
Last modified: 31. januar 2021