Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Innsavning av gráa posanum forskotin ein dag

14. april 2020

Í hesari vikuni er innsavningin av húsarhaldsruski forskotin ein dag. Hetta merkir, at grái posin í Vágs kommunu verður heintaður tórsdagin.

Minnist til at binda fyri posan.

 

Vit mæla framvegis til, at tit fylgja tilmælunum niðanfyri:

  • Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.
  • Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri. Nær verður posin heintaður? Sí meira her.
  • Hugsið um hondreinførið, tá ið tit binda um gráa posan.
  • Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.
  • Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.

Last modified: 14. april 2020