Vágs kommuna søkti herfyri eftir tekniskum leiðari við tað at verandi tekniskur leiðari er farin í farloyvi. Og er Ingi Olsen nú settur sum tekniskur leiðari.
Ingi er útbúgving byggifrøðingur og hevur seinastu umleið 6 árini arbeitt sum byggifrøðingur í privata vinnulívinum, har hann eisini hevur drúgvar royndir frá ymiskum byggiverkætlanum.
Ingi byrjaði í starvi hjá Vágs kommunu í dag, mánadagin 4. november 2019.
Last modified: 4. november 2019