Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ruddingardagurin hevur ávirkað hugburðin

2. maj 2019

Seinastu árini hevur verið skipað fyri ruddingardegi leygardagin rundanum 1. mai, í ár var tiltakið leygardagin 27. apríl. Afturvendandi tiltakið tykist eisini hava ávirkað hugburðin hjá fólki, tí ár um ár er tað minni og minni at taka upp.

Ruddingardagurin byrjaði sum vant við morgunmati, sum í ár í Garðslon. Eini 50 fólk vóru møtt til morgunmatin, men runt býin vóru fólk longu farin at rudda eisini. Ruddað varð so fram til middags, tá fólk komu aftur í Garðslon og fingu suppu, og eftir tað plantupakkar frá kommununi.

Øll vóru á einum máli um, at tað var ikki nógv at rudda og at afturvendandi ruddingardagurin hevði ávirkað hugburðin hjá fólki, sum nú hugsað meiri um at brúka ruskspannir og eisini at rudda upp í nærumhvørvinum.

Talan var annars um ein sera góðan og hugnaligan dag, har fólk høvdu góðar løtur saman, meðan rudda var runt um í kommununi. 

 

Last modified: 2. maj 2019