Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nógv ferðsla á Vágsfirði

24. juni 2013

Vagshavn 24 juni 2013 (2)

Í dag hevur verið nógv ferðsla á Vágsfirði og havnalagnum í Vági.

Stutt eftir døgurða kom bingjuskipið Horst B hjá Eimskip á Vág. Horst B setti upp eini 40 bingjur á havnina í Vági. Við í farminum var m.a. byggitilfar til nýggju frystigoymsluna hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Um 18 tíðina í kvøld kom so annað skip á Vágsfjørð. Hetta var tangaskipið Neptunus, sum kom við tungolju til tangarnar hjá SEV inni á Oyrunum í Vági.

 

 

Last modified: 24. juni 2013