Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ígongdsetarastuðulin hækkar upp í 20.000 kr.

3. november 2016

Vágs Havn 2013

Skipanin við Ígongdsetarastuðli verður nú enn betri, við tað at Ígongdsetarastuðulin verður hækkaður úr 5.000 kr. upp í 20.000 kr.

Vágs kommuna leggur stóran dent á, at skunda undir at fleiri nýggjar fyritøkur verða stovnaðar og nýggjar vinnur verða stovnaðar, soleiðis at tað kunnu gerast fleiri arbeiðspláss og nýggjar vinnur, samstundis sum tað møguliga eisini kunnu gerast fleiri tænastur, sum bjóðast út í Suðuroynni.

Sum fyrsta kommuna í landinum setti Vágs kommuan fyri fleiri árum síðani á stovna skipan við Ígongdsetanarstuðli, sum skuldi hjálpa nýggjum fyritøkum og nýggjum vinnum í byrjunartíðarskeiðinum.

Seinasta árið hevur verið lagt afturat stuðulsskipanini til íverksetar, soleiðis at íverksetar eisini kunnu fáa hjálp til fáa V-tal, seta upp fíggjarætlan, hjálp til MVG-skráseting og skráseting í Vinnuglugganum os.fr. 

Eisini í ár er lagt afturat íverksetarastuðlinum við at geva íverksetum atgongd til ókeypis skrivstovu, umframt at skipa samstarv við Íverksetarahúsið, sum førir við sær, at Íverksetarahúsið kemur at verða ráðgevi hjá nýggjum íverksetum í Vági.

Á býráðsfundinum mánakvøldið varð Ígongdsetarastuðulin hækkaðar úr 5.000 kr. upp í 20.000 kr. Tað var eitt samt býráð, sum tók undir við hækkingini av Ígongdsetarastuðlinum, við teirri áskoðan, at stuðilin skal gera so stóran mun sum tilber.

Les meiri um stuðulsskipaninar til íverksetar her:

Ígongdsetanarstuðul

Hjálp til nýggj vinnurekandi

Ókeypis skrivstovu til íverksetarar

 

Last modified: 3. november 2016