Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hvar eru tankarnir, tá tú koyrir bil?

29. april 2019

Komandi tríggjar vikurnar heitir Vágs kommuna á bilførarar um at hugsavna seg um at koyra bil, tá teir koyra bil. Hetta gera vit í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd, politiið og aðrar kommunur.

Útlendskar kanningar vísa, at gáloysni er partur av 3. hvørjari deyðsvanlukku í ferðsluni, og vit hava neyvan orsøk at halda, at tað er munandi øðrvísi í Føroyum.

Gáloysni í ferðsluni er alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:
tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS
tú innstillar útvarp ella tónleik
tú tekur okkurt upp av gólvinum
tú etur, drekkur ella roykir
tínir tankar eru aðrastaðni

Vandin fyri vanlukku veksur munandi, tí tú reagerar seinni, eisini í óvæntaðum støðum.

– Gáar tú ikki um ferðsluna í fá sekund, kann tað til dømis hava við sær, at tú kemur í mótkoyrandi koyribreyt ella ikki gevur tær far um onnur í ferðsluni. Hesum vilja vit byrgja fyri við átakinum, “5 sekund = 111 metrar við 80 km/t”. 111 metrar er nevniliga teinurin, ið tú koyrir í blindum, um tú hyggur burtur í 5 sekund við 80 km/t. Endamálið er at fáa bilførarar at hugsavna seg um koyriuppgávuna og at minka um talið á vanlukkum orsakað av gáloysni.

Kommunurnar taka undir við átakinum
Í nøkur ár, hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd boðið kommununum at luttaka í átøkum, hetta fyri at geva átakinum størri slagmátt. Heili 14 kommunur hava hesa ferð valt at luttaka í átakinum.

Kommunurnar eru vegmyndugleiki á stórum parti av landsins vegateinum og teirri ferðslu, ið ferðast har. Eisini hava kommunurnar serligan kunnleika til egin lokaløki og borgarar og á henda hátt kann boðskapurin frá átakinum koma út, júst har hann ger mun.Tí eru vit sera takksom fyri, at so nógvar kommunur taka undir við átakinum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Vit luttaka í átakinum, tí eisini í Vágs kommunu síggja vit at bilførarar eru gáloysnir í ferðsluni og eru upptiknir av øðrum enn at koyra bil, tá teir koyra bil. Til dømis at tosa í telefon, drekka kaffi og innstilla útvarpið.

Eg vil ikki vera gáloysin í ferðsluni og eg koyri bil, tá eg koyri bil. Eg vil tí heita á øll starvsfólk og borgarar í Vágs kommunu, um at gera tað sama. Hetta so ongin skal doyggja, ella fáa varandi mein í ferðsluni, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.

Eisini politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er og fara tey at býta út ‘tig og koyr’-sleikisneisir til bilførararnar, sum verða steðgaðir. Sleikisneisirnar eru eisini partur av tilfarinum, sum kommunurnar fara at býta út á relevantum støðum, saman við boðskapinum um at ringja, ella sms’a áðrenn tey setast við róðrið. Og soleiðis hugsavna seg um at koyra bil, tá tey koyra bil.

Føroyingar um gáloysni
Í Gallup-kanning fyri RFF sæst, at 85% av føroyingum meta at gáloysni hevur sera stóran ella stóran týdning fyri talið av álvarsligum ferðsluvanlukkum.

Men bert 57% siga seg ongantíð tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.

Heili 17% siga seg tosa í handhildna telefon, meðan tey sjálvi koyra bil, 2-4 ferðir um vikuna, ella dagliga!

Vit vita sostatt at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra bil, tá vit koyra bil.

Málið er, at tað skal gerast ein sjálvfylgja at lata telefonina liggja, tá vit koyra bil. Tað skal verða líka sjálvsagt sum tann hugburðsbroytingin, sum er farin fram við rúsdrekkakoyring. Í dag eru flest øll púra samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman. Tað sama skal eisini vera galdandi fyri hugburðin til gáloysni og at vit koyra bil, tá vit koyra bil. Tað skal so lítið til, áðrenn gáloysni hevur við sær vanlukku við álvarsligum avleiðingum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss víðari.

Góð ráð
Hevur tú eina snildfon? Visti tú at flestu snilfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir, ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir bil?

Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, útvarpinum el.l. fyri hann. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra bil, tá hann koyrir bil.

Last modified: 29. april 2019