Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Húsini Krosslábrekka 2 takast niður

20. maj 2016

Hús Krosslábrekka 2

Húsini á Krosslábrekku 2 í Vági skulu nú takast niður.

Tað eru Vágs kommuna og Kirkjuráðið fyri Vágs Kirkju, ið standa fyri arbeiðinum. Arbeiði byrjar væntandi 30. mai og kemur í ávísan mun at tarna ferðsluni á Vágsvegi.

Tekjan er rættuliga nýggj og kann sikkurt brúkast aftur. Er nakar áhugaður í at endurnýta tekjuna kann hendan fáast við at taka hana av sjálvur áðrenn niðurtøkan byrjar.

Áhugaði kunna seta seg í samband við Páll Leo ella Flemming Stenberg.

Last modified: 20. maj 2016