Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hundin í bandi og hundalortaposar

30. september 2013

2013-Hundaposar-hundaband_2

Gøtan kring Vatnið í Vági telist millum mest brúktu gøtur í kommununi.

Nógv fólk, bæði vaksin og børn, ganga hvønn dag kring Vatnið og njóta náttúruna har. Fólk við hundi njóta sjálvsagt eisini túrin eftir gøtuni kring Vatnið.

Fyri at gera umstøðurnar so lagaligar fyri so nógv sum tilber, er gjørt av, at fólk skulu hava hundin í bandi kring Vatnið. Harumframt er eisini sett upp stativ við hundalorta-posum, soleiðis at hunda-eigarar kunnu taka upp hundalortar hjá egnum hundi.

Vónandi taka fólk væl ímóti broytingunum.

 

 

Last modified: 30. september 2013