Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hugsið um umhvørvið, tá tykur taka nátar

19. august 2021

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja okur minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
  • Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Upplatingartíðirnar á byngjuplássinum eru: mánadag, ónsdag og fríggjadag: kl. 17.00-19.00. Leygardag: kl. 14.00-18.00.

Fyribyrging av nátasjúku:

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.

Last modified: 19. august 2021