Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

23. august 2019

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
  • Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið.

Upplatingartíðir á endurnýtsluplássinum á Oyrunum
Mánadag, ónsdag og fríggjadag: kl. 17:00 – 19:00
Leygardag: kl. 14:00 – 18:00
Týsdag, tórsdag og sunnudag er stongt.
 

Fyribyrging av nátasjúku

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.

Last modified: 23. august 2019