Í dag var hugnaliga løta í Eikilund í samband við at Betti Holm hevði rundan starvsdag og Hansy kærbech í summar fer frá vegna aldur.
Betti Holm hevur arbeitt á dagstovnaøkinum hjá Vágs kommunu í 30 ár. Fyrstu mongu árini í dagrøktini, men tá dagstovnurin Eikilund lat upp, fór Betti at arbeiða í Eikilund, har hon framvegis er í starvi.
Dennis Holm, borgarstjóri, segði í røðu, at støðug og trúføst starvsfólk eru gull verd fyri ein arbeiðsgevara, og tá Betti hevur verið í starvi í 30 ár, kemst hetta helst av einari samanrenning av, at henni dámar væl arbeiðið, arbeiðsplássi og starvsfelagarnar í dagrøktini og í Eikilund. Borgarstjórin takkaði eisini Betti fyri trúgva tænastu og gav henni blómutyssi og gávubræv.
Hansy Kærbech byrjaði í starvi í dagrøktini hjá Vágs kommunu í 2001 og eins og Betti Holm fór Hansy at arbeiða í dagstovninum Eikilund, tá stovnurin lat upp í 2013.
Borgarstjórin bar Hansy heilsu og takkaði fyri mongu góðu árini í starvi á dagstovnaøkinum, sum er eitt tað mest týðandi økið hjá kommununi. Dennis Holm ynskti eisini Hansy blíðan byr, nú hon fer at njóta løturnar sum pensjónist eftir eitt langt arbeiðslív.
Á hugnaløtuni flutti Anna Maria E. Jacobsen, leiðari á dagstovnaøkinum í Vágs kommunu, eisini fram røðu og takkaði Betti og Hansy fyri gott og gevandi samstarv øll hesi árini.
Last modified: 3. juli 2020