Hugnaliga jólastovan hjá Kunningarstovuni í Vági lat upp í vikuni.
Umframt jólastovuna hjá Kunningarstovuni, sum í ár er í gamla Posthúsinum, so hevur Vágs kommuna eisini í ár gjørt trý lítil jólahús, sum eisini verða partur av jólahaldinum í miðbýnum um jólini.
Nógv verður gjørt burturúr um jólini í Vági og hugnaligt er at fara ein túr gjøgnum býin, nú pyntað er í miðbýnum við minnisvarða økið, við gamla Posthús og kring býin sum heild.
Hetta fram til jóla verða fleiri tiltøk í Jólastovuni, sum er opin hvønn dag frá kl. 16 til kl. 18.
Last modified: 13. december 2013