Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hjartastartari uttandura á Heilsumiðstøðini

4. juli 2017

Í vikuni varð settur upp hjartastartari uttandura á Heilsumiðstøðini í Vági.

Hjartastartari er frammanundan verið inni á Heilsumiðstøðini, men eftir áheitan frá borgarar í Vági, hava eigararnir av Heilsumiðstøðini (Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommuna) gjørt av, at ein hjartastartari eisini skal setast upp uttandura á Heilsumiðstøðini.

Tað eru frammanundan fleiri hjartastartarar á almennum støðum og í kommunalum stovnum í Vági. Í miðbýnum er eisini hjartastartari í durðinum hjá Suðuroyar Sparikassa, sum er atkomiligur alt samdøgri.

 

Last modified: 4. juli 2017