Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hjartaliga tillukku við Næmingaheiminum.

11. januar 2021

Myndina hevur Arni G. Johansen tikið.

Síðan Ítróttarháskúlin byrjaði í Vági, hevur arbeitt verið við at fáa hølir til næmingarnar at búgva í. Næmingarnir hava búð í Smáttunum í Mýrunum. Umstøðurnar hava ikki verið optimalar, men tað hevur gingi.

Í 2019 var byrja uppá byggingina av nýggja Næmingaheiminum. Hesin flotti bygningurin stendur nú liðugur og kunnu Vágbingar verða stoltir at hava ein so vakran bygning.

Vágs Kommuna ynskir Ítróttarháskúlanum hjartaliga tillukku við Næmingaheiminum.

Myndina hevur Arni G. Johansen tikið.

Last modified: 12. januar 2021